|
|
 |  |  | | Kjaktorg | | Vísur 1 til 6 av 6 | << Aftur 1 Fram >> | |
| Skrivað av | Yvirskrift |
|---|
JND
| | Innskriva - sunnudagur, 2. mai 2010 kl. 13.43 | |
Seinasta veljarakanningin dømir Sjálvstýrisflokkin úti! Sambært kanningini eru tað bert 2,5% av veljarunum, sum vildu sett kross við lista D, um val var nú. Um hetta var eitt valúrslit hevði Sjálvstýrisflokkurin ikki fingið umboðan í Løgtinginum.
Hvør er orsøkin til hetta katastrofala úrslitið?
Hevur Sjálvstýrisflokkurin útspælt sín leiklut í føroyskum politikki?
Er politiska stevnan hjá Sjálvstýrisflokkinum nádd?
Er ikki longur brúk fyri Sjálvstýrisflokkinum? | Hjalmar
 | | Innskriva - mánadagur, 3. mai 2010 kl. 00.32 | |
sambandsflokkurin - javnaðarflokkurin - fólkaflokkurin og tjóveldi brúka ein stóran part av síni tí til at fortelja veljarum at teir minnu flokkarnir eru bara til fortre, vit kunna venda spurninginum á høvdi hvørjun kan tjóveldi samstarva við í nesinum har má hann brúka sjálvstýri og miðflokkin hann fær ongan annan við tí formanni sum teir hava í dag teir hava brent allar brýr samgongu flokkarnir kappast um hvør kann verða mest óeinigur innan floks og so sleppa at spilla floksformannin hjá sær út ella hava eina heilt aðra áskoðan enn partamennirnir hava so hvør veit vit eru kan ska alt ov eiknigir innanflokka í Sjálvstýrisflokkinum | JND
| | Innskriva - mikudagur, 5. mai 2010 kl. 14.45 | |
Tað hjálpir so lítið uppá støðuna hjá Sjálvstýrisflokkinum, at aðrir flokkar eisini hava trupulleikar.
Sjálvstýrisflokkinum tørvar eina sjálvrannsakan eftir vánaliga úrslitið í seinastu veljarakanning. Hyggjast má inneftir, eftir hvat Sjálvstýrisflokkurin kann gera øðrvísi og betri. Hvat aðrir flokkar gera er óinteressant í hesum høpi. | JND
| | Innskriva - sunnudagur, 9. mai 2010 kl. 12.13 | |
Eg haldi so avgjørt, at tað er brúk fyri Sjálvstýrisstevnuni í føroyskum politikki. Og eg eri sannførdur um, at hópur av veljarum, í størri ella minni mun, taka undir við stevnuni. Tann stóri spurningurin er, um stevnan verður nóg væl umboða og umsitin.
Politikkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum manglar ikki energi og engagement. Men hann manglar fokus. Sjálvstýrisflokkurin á Tingið kann líknast við ein Zodiak við tveimum 200 hk motorum, sum arbeiða við fullari megi, men púra leysir av hvørjum øðrum. Báturin flytir seg viðhvørt, men eingin ávís kós er. Nógvur larmur og nógv skúm, men lítil ella eingin framdrift.
Loysnin er samskipan. Uttan samskipan risikera vit, at báðir 200 hk motorarnir uppviga orkuna hjá hvørjum øðrum, og vit koma onga leið. Við samskipan fáa vit báðar motorarnar at arbeiða saman, og vit fáa 400 hk at skapa framdrift við. Men sjálvandi mugu vit vita, hvagar vit ætla okkum at fara.
Eg haldi ikki, at tað er uppgávan hjá Landsnevndini ella øðrum uttantingsorganum at seta skikk uppá fólkavaldu løgtingsumboðini. Tey eru - og skulu bara vera - bundin av síni egnu sannføring. Men vónandi duga løgtingsumboðini at síggja, at larmur og skúm ikki neyðturviligvís gevur framdrift. Skal flokkurin hava framdrift, má semja vera um kósina. Kósina mugu løgtingsumboðini semjast um. Tað skylda tey veljarunum. | KáriáR
 | | Innskriva - fríggjadagur, 23. juli 2010 kl. 20.03 | |
Sera sera sera nógv brúk fyri honum sum skyldmaðurin plagar at taka til.
- Vit eru einsamøll at geva samdu fíggjarnevndini mótspæl
- Fleiri enn 100 ár eftir háskúlastovnan eru vit einasti skúlamenningarflokkur
- Vit eru einasti flokkur ið vil bygnaðarbroytingar
- Vit eru einasti flokkur ið heldur vil Keynes enn Hoover í ringum tíðum
- Vit eru einasti flokkur í verki fyri føroyskari grundlóg
Vit í Sjálvstýrinum skulu bara gevast at nevna okkum 'miðflokk' - vit skulu vera social, liberal, framburðssinnaði og sjálvræðissinnaði sum altíð - so mugu hini um, hvørt tey eru vinstrumegin, omanfyri ella niðriundir okkum!
| JND
| | Innskriva - sunnudagur, 25. juli 2010 kl. 15.46 | |
Púra samdur Kári! |
| Vísur 1 til 6 av 6 | << Aftur 1 Fram >> | |
|
|  |  |  |
|
|
| |
|
|
| |
Sjálvstýrisflokkurin • Postboks 141 • FO-600 Saltangará |
|
| |
|
|
| |
|
|
|